Dýpdar- og dronudátur hjá Landsverki

Activity: Participating in or organising an eventOrganising a conference, workshop, ...

Description

Nøgdin av uppmáldum dátum veksur skjótt í vavi. Multibeam skanningar undir
vatni, dronuuppmátingar og skanningar á landi geva dátupunkt i milliónavís til
ymisk endamál. Til henda fyrilestur verður millum annað greitt frá, hvussu vit best
gagnnýta og deila hesar dátur.

Anne Marie Berg Norby, uppmátari hjá Landsverki, fer at tosa um
multibeamskipanina, bátin og útgerðina sum hon nýtir í samband við arbeiði. Eisini
greiðir hon frá um positionering, rørslusensorar og datum. Harumframt fáa vit eitt
lítið innlit í ymiskar viðkomandi arbeiðsuppgávur. Eitt nú fara vit at síggja dømi um
arbeiðsgongdina frá Skansabryggjuni.

Ási Mikkelsen, tekniskur leiðari og dronuskipari hjá Landsverki, fer at greiða frá um
sínar royndir við dronuuppmátingum, dátuviðgerð, og hvussu hesar dátur verða
brúktar. Ási fer eisini at greiða frá, hvussu hann fær tað besta burtur úr sínari
útgerð og dátur. Vit hoyra um hansara bakgrund, hvat Landsverk nýtir dronur til,
og um deiling av dátum.

At enda fara vit eisini at hoyra um, hvussu dronu- og dýpdardátur kunnu tvinnast
saman.
Period29 Feb 2024
Event typeSeminar
LocationTórshavn, Faroe IslandsShow on map
Degree of RecognitionNational

Keywords

  • Dýpdarmátingar
  • Fotogrammetri