Activity: Participating in or organising an event › Organising a conference, workshop, ...
Description
Andreas Klein Arnbjerg, dronuskipari og kortteknikari á Umhvørvisstovuni: Andreas greiðir frá hvussu Umhvørvisstovan arbeiðir við dronumyndum - frá fyrireiking til endaligu myndakortini verða løgd út á foroyakort.fo. Við myndum og video fer hann at vísa dronuna, hvussu hon virkar og forritini, sum verða nýtt.
Emil Nielsen, landmátari hjá J&K Petersen: Emil fer at greiða frá hvussu J&K Petersen nýta dronur. Fyrsta dronan bleiv keypt tíðliga í 2017. Síðani tá hava tey brúkt dronur til allar størri verkætlanir. Áðrenn ein verkætlan ferð í gongd - til lendismátingar og leypandi ígjøgnum arbeiðið - til at gera nøgdarútrokningar o.s.fr. Dronumyndirnar verða eisini brúktar av leiðsluni á plássunum til yvirlit og planlegging. Byggileiðarar og plássformenn nýta millum annað dronurmyndir til góðskutrygging og eftirlit av arbeiðinum.